Roknskapir

Niðanfyri finnur tú ársroknskapirnar, har møguleiki m.a. er at lesa um rakstur, fíggjarstøðu og nýttar roknskaparreglur.

Rakstrarinntøkurnar hjá Búnaðargrunninum stava fyri tað mesta frá rentuinntøku av útlánum og vinningi av lánsbrøvum og øðrum virðisbrøvum.

Beinleiðis rakstrarútreiðslurnar stava í stóran mun frá lønum og øðrum útreiðslum í sambandi við umsiting av grunninum, herundir serliga til KT-rakstur og keyp av uttanhýsis tænastum.

Umleið ein helvt av útreiðslunum fer til at fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina, ið verður fyrisitin av Búnaðarstovuni.

Samanlagt umsitur Búnaðargrunnurin virði fyri umleið 350 mió. kr. Umframt høvuðsgrunnin fevna virðini serliga um innistandandi á festikontu, felags festipuljuna og innistandandi á kontu fyri mist bit.

Umframt ávirkan frá árliga rakstraúrslitinum broytist samlaða virðið í grunninum serliga í mun til útgoldnan stuðul og inntøku í sambandi við sølu av landsjørð.