Búnaðargrunnurin kann veita lán ella stuðul til nýskapandi tiltøk og verkætlanir, sum stýrið fyri grunnin metir kunnu vera við til at menna vinnumøguleikarnar innan landbúnaðin.
Talan er um stuðul við heimild í § 10b í lóg um Búnaðargrunn. Ætlanin við heimildini er, at grunnurin skal kunna veita studning í serligum førum, tá talan er um nýhugsan, nýbrot, gransking ella líknandi, sum tann einstaki ikki fær avkast av í mun til íløguna, men har verkætlanin kann koma øllum landbúnaðinum til góðar. Yvirskipað er heimildin sostatt ikki ætlað at stuðla íløgum, ið serliga koma einstaka umsøkjaranum til góðar og kanska geva viðkomandi fyrimunir fram um onnur við líknandi virksemi ella ætlanum.
Evnið fyri eini verkætlan kann vera mangt og hvat, og kunnu dømi eitt nú vera, hvussu vit fáa landbúnað og ferðavinnu at ganga hond í hond, hvussu vit kunnu flyta seyðahaldið longur fram á leið og um tað ber til at hava eina burðardygga grønmetisframleiðslu í Føroyum. Onnur dømi kunnu vera menning av nýggjum arbeiðsháttum ella nýggjum vørum og tænastum.
Dømi um annað, sum ikki kemur undir henda stuðul, kunnu vera íløgur í tól ella maskinur og amboð, sum longu eru ment til ætlaða virksemið og tí ikki longur eru at rokna sum nýbrot ella nýhugsan, hóast talan kanska er um tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Stuðul til virksemi, sum onnur longu takast við, er eisini dømi um hetta.
Frammanundan kann vera torført at siga, um ein verkætlan verður mett egnað til stuðul eftir hesi heimild, men hevur tú eitt hugskot og eina ætlan, ber altíð til at spyrja seg fyri hjá okkum.
Umsóknir við frágreiðing kunnu sendast til bg@bg.fo.