Størv

Kundarøktari til Búnaðargrunnin

Søkt verður eftir einum starvsfólki til at viðgera umsóknir og røkja sambond við kundar okkara.

 

Um starvið

Talan er um eitt fyrisitingarligt starv har uppgávurnar m.a. eru:

  • at viðgera umsóknir um lán og stuðul og gera tilmæli til stjóra og stýrið
  • at gjøgnumganga og hava eftirlit við verandi lánum
  • at hava samband við kundar, m.a. við vitjanum og samrøðum
  • at fyrireika tilfar til nevndarfundir
  • at hjálpa til við øðrum arbeiði

Starvsstaðurin er í Tórshavn og løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi sáttmála.

 

Um teg

Tú hevur prógv frá lærdum háskúla ella útbúgving og royndir, ið kunnu samanberast við hetta.

Tú hevur góðar førleikar at lesa og tulka lóg umframt at lesa og greina roknskapir og rakstrarætlanir. Somuleiðis dugir tú væl at brúka hesar førleikar til at grundgeva fyri tilmælum og niðurstøðum.

Tú dugir væl at skriva føroyskt og at arbeiða við forritum sum Word og Excel.

Tú dugir væl at leggja tínar uppgávur til rættis og at arbeiða sjálvstøðugt. Vit leggja harumframt dent á, at tú ert ágrýtin, røkin og álítandi, at tú ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur, og at tú hevur góð samstarvsevni.

Arbeiðsroyndir frá t.d. almennari fyrisiting ella peningastovni kunnu vera ein fyrimunur.

Holl vitan um landbúnað er ikki eitt krav, men neyðugt er at hava áhuga og førleika til at kunna seg um viðurskifti, sum hava týdning fyri landbúnaðin og fyri arbeiðið í grunninum.

 

Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum og viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. desember 2021. Umsókn v.m. skal sendast við telduposti til egon@bg.fo

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Egon Joensen, stjóra, á telefon 551515 ella við telduposti til egon@bg.fo

 

Um Búnaðargrunnin

Búnaðargrunnurin er skipaður við løgtingslóg og endamálið er at veita fígging til menning av føroyskum landbúnaði. Fígging verður veitt sum lán og sambært nærri ásetingum eisini sum studningur. Búnaðargrunnurin húsast í R.C. Effersøesgøtu 4 í Tórshavn, har í løtuni 4 fólk starvast. Harumframt hevur grunnurin eitt stýri við 5 limum.